Dinamo vann umráðandi sigur

Kaj Leo í Bartalsstovu byrjaði inni í umráðandi sigrinum ímóti FC Tiitorul Constanta.

Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagar hansara í Dinamo Bukarest vunnu í kvøld sera týdningarmiklan sigur, tá ið teir í meistarabólkinum vóru á vitjan hjá FC Tiitorul Constanta.


Heimaliðið legði seg á odda 1-0 longu í 6. minutti, men Romario Kortzorg javnaði til 1-1 góðar 20 minuttir seinni. Hetta var eisini støðan í hálvleikssteðginum.


Avgerandi málið fall í 71. minutti. Tað var Valentin Lazar, sum tryggjaði Dinamo Bukarest 2-1-sigur, sum merkir, at teir nú eru fimm stig aftanfyri oddaliðini, Steaua Bukarest og Astra Giurgiu.


Kaj Leo í Bartalsstovu byrjaði inni hjá Dinamo Bukarest. Hann fekk fyrstu 56 minuttirnar á vøllinum. Tá varð Paul Anton settur í hansara stað.