Annar stjórin á Dimmalætting, Jónsvein Simonsen, fer frá áðrenn mánaðurin er runnin. Hann tekur við nýggjum avbjóðingum um mánaðarskiftið. Jónsvein Simonsen hevur síðani 1.apríl 2008 verið stjóri á Dimmalætting saman við Árna Gregersen, sum hevur verið forstjóri.
Men nú verður hann ikki longur á Dimmalætting.
Sjálvur sigur Jónsvein, at orsøkin til starvsskiftið er, at hann vil ganga nýggjar leiðir og hava nýggjar avbjóðingar, og sigur hetta einki hava við yvirtøkuna hjá Løkjum av Dimmalætting samtakinum at gera.
Jónsvein Simonsen fer í starv hjá Effo, har hann verður KT-verkætlanarleiðari.