Í sambandi við mentanarnáttina letur Ole Wich framsýningina ?Dimmumyndir - at tekna blaðið? upp á Føroya landsbókasavni í kvøld
Sýndar verða fram myndir, sum Ole Wich hevur gjørt til Dimmalætting frá aug. 2005 og fram til í dag.
Flestu myndirnar eru tekningar, ið eru teknaðar við hond og síðani viðgjørdar við teldu. Tær hava verið prentaðar í Skáanum, Blogguni og í Punktum.fo í Dimmalætting.
Framsýningin letur upp klokkan kl. 20.00 í kvøl, og Landsbókasavnið hevur opið til kl. 22.00 hetta kvøldið.
Framsýningin verður standandi til 30. september.