Dimmalætting kemur ikki útaftur

Poul Hansen fíggjaði raksturin hjá Dimmlætting, tá hon fór á heysin. Við at keypa rovini vil hann tryggja sær, at hann fær pengarnar innaftur, sum annars eru mistir.

Poul Hansen fíggjaði raksturin hjá Dimmlætting, tá hon fór á heysin. Við at keypa rovini vil hann tryggja sær, at hann fær pengarnar innaftur, sum annars eru mistir.

 

 

– Eg havi ongar ætlanir um geva Dimmalætting útaftur. Ikki enn í øllum førum. Eg má bara hava fatur á fakturunum hjá Dimmalætting, tað var tí, at eg keypti felagið.

 

Tað sigur Poul Hansen, advokatur, sum í vár keypti rovini eftir Dimmalætting. Hann hevur higartil ikki viljað sagt nakað um, hví hann keypti felagið og lutfalsliga fáu ognirnar, sum felagið átti, fyri 200.000 krónur. Men nú sigur hann, at tað er fyri at fáa fatur á pengum, sum hann hevur til góðar hjá gomlu Dimmalætting.

 

Tá Dimmalætting nærkaðist ørmundarhúsi gjørdi blaðið avtalu við Poul Hansen, sum umframt at verða advokatur eisini er ríkmaður, sum hevur lænt nógvar pengar út til teirra, sum ikki fáa fígging frá bankunum.

 

Avtalan millum Dimmalætting og Poul Hansen var, at hann fekk transport í øllum rokningunum hjá Dimmalætting, og soleiðis fekk Dimmalætting pengar til gjaldføri, so blaðið kundi gjalda lønir. Sum skilst var talan um eina tvær milliónir krónur.

 

Ein slík skipan kallast »fakturing«, og merkir, at øll, sum rindaðu Dimmalætting pengar, rindaðu beinleiðis til felagið hjá Poul Hansen.

 

– Eg má hava fatur á hesum fakturunum. Tað var tí, at eg keypti felagið. Um onkur annar hevði keypt tað, so mátti eg samráðast við tey um rokningarnar, og so hevði prísurin óivað verið pressaður uppeftir, sigur Poul Hansen, sum leggur afturat, at nú er summaferia, og nú hendir so í øllum førum einki við hesum felagnum. Um nakað hendir, so verður tað í øllum førum ikki enn, sigur hann.

 

Sostætt er lítil sannlíkindi fyri, at Dimmalætting kemur útaftur. Orsøkin til, at Poul Hansen eigur felagið er fyrst og fremst fyri at minka um tapið, sum hann fekk av húsaganginum hjá Dimmalætting.