Dimmalætting: Vit vita einki

- Men vit kunnu ikki spara eina krónu.

Ein sokallað prísregulering er á skránni hjá Posta og tað hevur stórar avleiðingar fyri føroysku dagbløðini. Tí prísreguleringin merkir, at miðlarnir skulu rinda meira fyri at fáa bløðini borin út. 

 

Tað merkir ivaleyst stór inntriv í føroysku bløðini, og tað merkir kanska eisini, at miðlastuðulin, sum er til viðgerðar í tinginum í hesum døgum, fer beinleiðis til Posta og ikki til føroysku miðlaredaktiónirnar. 

 

Í mong ár hevur verið tosað um at veita ein miðlastuðulin til privatu miðlarnar og nú sær út til, at so verður, tó tað enn ikki er vist enn, um tað kemur ígjøgnum í Løgtiginum. 

 

Men um so verður, so letur til, at Posta ætlar sær avstað við í øllum førum pørtum av stuðlinum, sum blaðredaktiónirnar fáa. 

 

 

Les eisini: Óheppin praksis sum vit mugu leggja rygg til 

 

 

- Vit vita einki enn, tí vit eru als ikki kunnað um hetta, sum Posta ætlar. Men eg skilji, vit skulu kallast inn á fund, sigur Georg L. Petersen, blaðstjóri á Dimmalætting. 

 

Og tá ið tað er sagt slær Georg L. Petersen fast, at tað kemur illa við hjá blaðnum óansæð hvussu stór hækkingin verður. 

 

- Vit hava brúk fyri hvørjari krónu, sigur blaðstjórin. 

 

Meira um hetta málið seinni.