Dimmalætting vil hava lesarar aftur til blaðið

? Vit vilja gjarna hava lesaratalið uppeftir, og hetta er ein roynd at fáa lesarar aftur til Dimmalætting, sigur ábyrgdarblaðstjórin Ingi Samuelsen. Í dag kemur Dimma út í nýggjari og minni stødd

Tey 84 árini við Dimmalætting í stórari stødd eru av. Mánakvøldið kom Dimmalætting á gøtuna í nýggjari og minni stødd ? sonevndum tabloid-formati.
Ein høvuðsorsøk til broytingina er, at Dimmalætting vil hava lesaratalið hjá sær uppaftur.
? Síðani eg gjørdist blaðstjóri, havi eg hoyrt mest sum dag og dagliga frá fólki, sum halda at støddin á Dimmalætting er ov stór. Vit hava hugsa okkum væl um og hava tikið avgerðina um, at blaðið skal koma út í einari minni stødd. Hetta er serliga fyri at fáa teir yngru lesararnar meira við, sigur Ingi Samuelsen, ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting.
? Samstundis stúri eg sjálvandi eisini eitt sindur fyri, hvat teir gomlu lesararnir hjá Dimmalætting fara at siga, nú teir fáa blaðið í nýggju støddini, tí sjálvandi hevur Dimma havt eina rúgvu av nøgdum lesarum, sum hava dámt blaðið í tí stóru støddini.

Rákið er minni bløð
Fyrstu árini kom Dimmalætting út í tabloid-stødd, men síðani 1921 er Dimmalætting komin út í sonevndu broadsheet-støddini. Nú fer blaðið so aftur til tað minnu støddina, sum hini føroysku bløðini koma út í.
Fyri einum góðum ári síðani segði tú, at konseptið hjá Dimmalætting passaði betur til eina stóra blaðstødd. Hví broyta tit so støddina nú?
? Vit hava ásannað, at gongdin er tann vegin, at bløð, sum eru komin út í stórari stødd í nógv ár, eru farin niður í stødd. Tað síggja vit í londunum kring okkum, og vit hava hildið tað verða rætt, at Dimmalætting nú eisini kemur út í einari minni stødd.
? Vit ælta tó at gera okkara blað øðrvísi enn hini føroysku bløðini. Vit koma bara at arbeiða við opnum, tað vil siga tvørtur um ryggin á blaðnum. Tí kann mann siga, at vit arbeiða á somu síðustødd, sum vit hava gjørt higartil, men nú er støddin bara løgd á liðini, sigur Ingi Samuelsen.

Vilja hava fleiri lesarar
Tá ið tú gjørdist blaðstjóri, setti tú tær fyri at venda niðurgongdini hjá Dimmalætting. Er hetta ein liður í tí arbeiðnum?
? Vit vilja gjarna hava lesaratalið hjá okkum uppeftir aftur, og hetta er ein liður í tí arbeiðnum. Tað hevur ikki gingið so lætt við at venda gongdini, sum eg hevði roknað við, og hetta er tí ein partur av arbeiðnum at venda gongdini. Vit vóna, at vit við einari minni blaðstødd fáa lesarar at koma aftur til blaðið.

Myndatekstur:
? Síðani eg gjørdist blaðstjóri, havi eg hoyrt mest sum dag og dagliga frá fólki, sum
halda at støddin á Dimmalætting er ov stór, sigur Ingi Samuelsen, ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting, nú blaðið kemur út í minni stødd. Mynd: Jens Kristian Vang