Tað eydnast heldur ikki at fáa Dimmalætting til landið í dag.
Eftir ósemju við Prentmiðstøðina, gjørdi leiðslan á Dimmalætting av at prenta blaðið í Danmark.
Men tað hevur ikki gingið eftir vild, tí nú hevur nýggi loftbussurin hjá Atlantsflogi fingið skaða, og av tí sama,er tað fyribils bara bráðneyðugur farmur, sum verður fluttur fyri Føroya.
Sostatt varð Dimmalætting ikki flutt til Føroya í gjár, og tað verður heldur ongin Dimma at fáa í blaðsølunum í dag, og tí er blaðið bara tókt á netinum.
Hinvegin hevur Dimmalætting tryggjað sær, at blaðið í morgin, mikudagin, sum verður sent í hvørt hús, er komið til landið.
Árni Gregersen, blaðstjóri, sigur, at í løtuni vita tey ikki, hvussu verður í framtíðini.
Men hann ivast í, um tað eydnast at fáa Dimmalætting til landið hósdagin og fríggjadagin.
Hinvegin arbeiða tey við at finna aðrar loysnir, men enn er óvist, hvussu verður.
- Vit vænta, at Atlantsflog loysir trupulleikan. Annars mugu vit sjálvi finna eina loysn. Ein loysn kann vera at fáa Dimmalætting til landið við skipi ella við onkrum leigaðum flogfari, tí tað er nógvur farmur, sum er strandaður í Danmark, og sum tað verður roynt at fáa heim.
- Men hann sigur, at annars eru samráðingar við Prentmiðstøðina um at loysa trupulleikan.
Árni Gregersen sigur, at tað fyrstu vikuna ella báðar tvær, hevur hetta ikki serliga stórar fíggjarligar avleiðingar fyri Dimmalætting, tí tá ið blaðið ikki kemur út, hava so heldur ongar útreiðslur til prenting og útbering.