Uttanríkisráðið hevur í dag kært Dimmalætting til Fjølmiðlanevndina. Uttanríkisráðið heldur at Dimmalætting hevur sýnt sera vánaligan fjølmiðlasið, tá blaðið í umrøðuni av setan av nýggjum aðalstjóra í Uttanríkisráðið.
Uttanríkisráðið heldur, at í Dimmalætting verða reistar grovar skuldsetingar móti tveimum starvsfólk í Uttanríkisráðnum, tí tey luttóku í setanarnevndini, sum løgmaður tilnevndi til at ráðgeva sær, áðrenn hann setti aðalstjóran í Uttanríkisráðnum.
Greinarnar, málið snýr seg um, er millum annað ein grein undir yvirskriftini »Óreint spæl í Uttanríkisráðnum«.
- Onki hald er í ákærunum, blaðið reisur móti hesum báðum starvsfólk, og Dimmalætting hevur onki prógv fyri sínum skuldsetingum, metir Uttanríkisráðið.
Tað eru greinarnar í Dimmalætting 23., 24. og 25. juni 2010, ið liggja til grund fyri kæruni til Fjølmiðlanevndina.