Dimmalætting á serliga lágum støði

   

Edmund Joensen
????????????????

Seinastu árini hevur Dimmalætting flutt seg burtur frá Sambandsflokkinum. Tað er sjálvsagt hennara egna søk.
Men sum trúgvur lesari haldi eg sjálvur, at blaðið í sínum ídni eftir at flýggja burtur frá Sambandsflokkinum, ofta endar í hinari grøvini og í fleiri førum hevur skaðað Sambandsflokkin meira enn gott er.
Tak sum dømi sein-astu Dimmalætting frá 4. februar, og serliga greinina »Sambandið er slitið«, sum er skrivað av Sonju Jógvansdóttir.
Eftir at hava lisið hesa greinina spyr ein seg sjálvan, hvussu langt av allari leið eitt blað sum Dimmalætting kann loyva sær at fara? Kann eitt blað, sum er at sær komið, og tess blaðfólk, loyva sær at skriva, gita og illgita uttan at hald er í nøkrum sum helst?
Hvussu valið av landsstýrismonnunum hjá Sambandsflokkinum fór fram, hava veljarafeløgini og sambandsfólk sjálvandi rætt til at fáa at vita. Tí er tað heilt burtur við, at Dimmalætting kemur við gitingum og illgitingum á allar lægsta støði, enntá uttan at spyrja seg fyri.
Valið av landsstýrismanning Sambandsfloksins fór soleiðis fram:
Tingmanningin viðgjørdi fyrst um landsstýrisfólkini skuldu veljast innan fyri ella uttan fyri tingbólkin. Eftir umrøðuna var full semja um, at tey tvey landsstýrisfólkini, sum Sambandsflokkinum var tillutað í nýggja landsstýrinum, skuldu koma úr tingbólkinum.
Eftir rímuliga stuttari tíð var full semja um at seta Bárð Nilsen til landsstýrimann í fíggjarmálum.
Eftir drúgva men siðiliga umrøðu, og í fullum opinleika, varð støða tikin til hin landsstýrismannin. Úrslitið var, at 4 vildu hava Jóhann Dahl til landstýrismann í fiskivinnumálum, tvey vildu hava Kaj Leo Johannesen og ein vildi hava Alfred Olsen.
Søgan er ikki longri og meira torskilt enn so.