Dimmalætting og etikkur

   

P/F Tórshavnar Skipasmiðja
Poul Mohr
????



Í grein í Dimmalætting frá 6. januar 2004 verður ført fram, at monopol á føroyska skipasmiðjumarknaðinum er orsøk til at undirveitarar til hesa vinnu eru í svárari kreppu. Somuleiðis verða førd fram sjónarmið frá Jónsvein Knudsen, reiðara í Runavík.
Greinin er ógvuliga lítið undirbygd, einki kanningararbeiði er gjørt av støðuni hjá skipasmiðjuídnaðinum sum heild. Byrjað verður við niðurstøðuni, at Skipasmiðjan hevur ábyrgdina av støðuni, og so skrivað harfrá. Skipasmiðjan fekk ikki høvið at gera viðmerkingar til greinina, áðrenn hon fór í blaðið, og sendu vit tí í gjár (6/1-04) okkara viðmerkingar til greinina til blaðmannin, Uni L. Hansen.
Í okkara viðmerkingum verður greitt frá vánaligu støðuni hjá Skipasmiðjuídnaðinum sum heild í londunum uttanum okkum, og hvørja ávirkan hetta hevur havt á kappingarstøðuna hjá føroysku skipasmiðjunum og undirveitarum. Eisini verður greitt frá møguligum orsøkum til minkandi virksemi á føroysku skipasmiðjunum. Greitt verður eisini frá, at hóast Skipasmiðjan mangan er kappingfør í prísi og dygd, fara fleiri skip uttanlands við arbeiðinum uttan so mikið sum at spyrja um prís í Føroyum.
At enda í viðmerkingum okkara taka vit lutvíst í egnan barm og siga, at Skipasmiðjan kanska ikki hevur verið nóg góð at umstilla seg til nýggju siðvenjuna í skipavinnuni, kanska serliga tá um kundavitjan ræður.
Viðmerkingar okkara vórðu sendar blaðmanninum fyrrapartin í gjár, og væntaðu vit tí at hesar fóru at koma við í blaðið í dag. Nú blaðið er útkomið, hevur blaðmaðurin valt at skriva eina forsíðugrein, har einans 5 reglur úr viðmerkingum okkara verða umrøddar. Restin av greinini er endurtøka frá degnum fyri. Høvuðstrupulleikin hjá vinnuni, og orsøkirnar til hetta, verður als ikki umrøddur, helst tí hann ikki tænir »sakini« hjá blaðmanninum og blaðnum. Blaðmaðurin endurgevur orðarætt brot úr viðmerkingunum og vísir annars til tær í greinini. At blaðmaðurin soleiðis brúkar viðmerkingarnar, sum honum lystir, er væl hvat væntast kann, men hinvegin høvdu vit so væntað, at fulla skrivið frá Skipasmiðjuni fekk innivist í blaðnum, nú víst varð til tað, soleiðis at fólk, sum vóru áhuga í øðrum enn »yvirskriftini« fingu høvi at lesa hetta, men nei! Tað kundi kanska hent, at nakrir lesarar ikki høvdu somu fatan av støðuni, um skrivið var í blaðnum, men at taka nøkur fá brot úr skrivinum og so gloyma restina er í fínasta ordan, sambært Dimmalætting.
Eftir stendur Skipasmiðjan, sum dagliga breyðføðir millum 200-250 fólkum og familjum teirra og spyrja: Hvat er endamálið? Hví skulu vit ómaka okkum við at gera viðmerkingar til blaðið, tá tær allíkavæl verða misnýttar?
Fyri okkum at síggja er hetta manipulatión og pressumisnýtsla av grovasta slag og at seta demokratisku spælireglurnar til viks. Harafturat er hetta at halda fólki fyri tað turra spott, men sjálvandi, tað selur helst nøkur bløð eyka......
Ei undur í, at føroyingar hava so lítið álit á føroysku fjølmiðlunum, tá hetta er støðið.