Í dag byrjaði Dimmalætting at lata tíðindi til Rás 2 Dimmalætting hevur gjørt avtalu við Rás 2 um at lata tíðindini til útvarpsstøðina. Samstarvið byrjaði á middegi í dag, tá fyrstu tíðindini fóru í luftina. Nýggja samstarvið inniber, at Rás 2 hevur fimm tíðindasendingar gerandisdagar ? á middegi, kl. 15, kl. 17, kl. 18.30 og kl. 21.
- Vit síggja fram til eitt spennandi samstarv og væntaat fáa dygdargóð og áhugaverd tíðindi. Tað er avgjørt ein fyrimunur, at tíðindini verða framleidd av Dimmalætting, sigur Jan Jacobsen, stjóri á Rás 2 millum annað í einum tíðindaskrivi.
Dimmalætting hevur fyrr latið tíðindi til Rás 2. Dimmalætting misti tó avtaluna til Sosialin, ið røkti uppgávuna eitt skifti. Seinastu árini hevur Rás 2 sjálvt staðið fyri tíðindaflutninginum.