FJØLMIÐLAR
56 ára gamli Árni Gregersen fer í næstum í stjórastólin á Dimmalætting, og verður 18. blaðstjórin á blaðnum.
Eftir at Ingi Samelsen segði upp sum ábyrgdarblaðstjóri eftir 5 ár í heita sessinum, gjørdi nevndin á Dimmalætting skjótt av og heitt á Árna Gregersen um at standa við tann redaktionella stýrisvølin á blaðnum.
Umframt at verða ábyrgdarblaðstjóri skal Árni Gregersen vera stjóri við allari fíggjarligu ábyrgdini og hava ábyrgd fyri starvsfólkum. Hjalgrim Samuelsen verður konsernstjóri.
Dimmalætting skrivaði í gjár, at Ingi Samuelsen sjálvur valdi at fara úr blaðstjórasessinum.
- Nógvar og tungar uppgávur standa fyri framman, og Dimmalætting skal framvegis staðfesta seg sum tann týdningarmesti prentaði miðilin her á landi.
- Sjálvur haldi eg, at eg eri komin væl á veg hesi fimm árini sum blaðstjóri, men komið er ikki á mál enn, sigur Ingi Samuelsen við Dimmalætting.
Ingi Samuelsen leggur aftrat, at hann fyri okkurt um einum ári síðani setti sær sjálvum nøkur mál, serliga viðvíkjandi søluni av blaðnum.
- Afturlítandi kann sigast, at hetta vóru høg mál at seta sær. Veruleikin er, at tað hevur ikki eydnast at økja um blaðsøluna við teimum ætlaðu fimm prosentunum í mun til ársbyrjan 2006, og brúki eg eisini hetta, sum eina orsøk til at steðga á og lata onnur sleppa framat.
Royndur tíðindamaður
Árni Gregersen hevur drúgvar royndir í tíðindayrkinum.
Hann varð útbúgvin á Danmarks Journalisthøjskole í 1976. Í praktikktíðini var hann á Vendsyssel Tidende, og síðan starvaðist hann fyrst eitt hálvt ár á Dagblaðnum og síðani tvey ár í Útvarpinum frá 1976 til 1978.
Eftir hetta fór hann til Danmarkar, har hann í fýra ár arbeiddi á BT.
Afturkomin til Føroya var hann fyrst eitt ár á 14. September, til hann fór síðani aftur í Útvarpið, har hann somuleiðis var í eitt ár, til hann í 1984 fekk starv í Sjónvarpi Føroya, sum tað tá kallaðist.
Í Sjónvarpinum starvaðist Árni Gregersen til 1. januar í 1995, tá hann søkti og fekk starvið sum varastjóri og redaktiónssekreterur á sjónvarpsstøðini TV 2/Bornholm.