- Vit liggja í samráðingum í løtuni og vit hava fleri møguleikar á hondini, meiri fái eg ikki sagt í løtuni, sigur Árni Gregersen, blaðstjóri á Dimmalætting. Tað hevur verið greitt í eina tíð nú, at Dimmalætting flytir úr hølunum uppi á Hálsi, har eisini Prentmiðstøðin heldur til.
- Hølini eru vorðin í størra lagi nú, og so hevur Eik eisini keypt bygningin. Sannlíkt flyta vit inn í onnur hølir uppi á Hálsi, men vit hava eisini tvey tilboð mitt niðri í býnum, sigur Árni Gregersen.
Tað er komið mest sum undir land við samráðingunum.
- Tað kann verða seinni í dag, tað kann verða í morgin, men í hvussu er vænti eg ein loysn er klár áðrenn vikan er úti, sigur Árni Gregersen.
Blaðstjórin á Dimalætting veit ikki at siga, hvat Eik Banki ætlar at brúka bygningin til, men tað er kortini greitt, at Prentmiðstøðin verður verandi har hon er.
- Teir hava undirskrivað ein tíggju ára leigusáttmála, so Prentmiðstøðin flytir ikki, sigur Árni Gregersen.










