Mánadagin hava starvsfólkini á Dimmalætting sín fyrsta starvsdag í nýggju hølunum á Staravegi 5 á Hálsi.
– Tað stóra takið verður tikið um vikuskiftið, men annars gongur tað fínt við flytingini, sigur Árni Gregersen, ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting.
Hann metir ikki, at starvfólkini koma til verri umstøður nú tey flyta.
– Nei, arbeiðsumstøðurnar vera als ikki verri. Hølini eru nakað minni, men annars kemur flytingin ikki at hava nakran negativan týdning, kanska tvørtur í móti, so verður tað bara til tað betra, sigur Árni Gregersen.
Dimmalætting flytir tí tey hava mist bygningin á Smyrilsvegnum. Heimarøktin flytir inn í tann bygningin nú Dimmalætting flytir út.