Dimmalætting fingið nýggjar eigarar

Á aðalfundi í P/F Dimmalætting í dag fóru allir nevndarlimirnir frá og partapeningurin varð niðurskrivaður til 0 krónur. Íløgufelagið Løkir eigur nú allan partapeningin í P/F Dimmalætting. Aðalfundurin samtykti einmælt at niðurskriva partapeningin til 0 krónur - samstundis sum nýggjur partapeningurin verður teknaður fyri tvær milliónir krónur. Tað er Løkir sum skjýtur allan partapeningin í felagið.

Gamla nevndin legði frá sær. Í henni sótu Árni Joensen, formaður, Lisbeth L. Petersen, Bjarne Steen Pedersen, Schumann Hjaltalin og Heini Gaard.

Í nýggju nevndini sita Líggjas í Bø, sum verður formaður, Petur H. Jacobsen, Bergur Poulsen, Árni Ellefsen og Christian Nagata.

Úrslitið hjá P/F Dimmalætting í fjør var eitt hall upp á 1,88 milliónir krónur. Eginpeningurin er sambært roknskapinum minus 1,058 milliónir krónur.