Dimmalætting fingið nýggjan blaðstjóra

Hann hevur drúgvar royndir frá fjølmiðlum í Føroyum

Tað er nú greitt, at tað verður Sveinur Tróndarson, sum verður blaðstjóri á Dimmalætting eftir at Emil. L. Jacobsen legði frá sær herfyri.

Tað skrivar Dimmalætting á heimasíðu sínari.

Sveinur Tróndarson hevur drúgvar royndir á økinum, tí hann hevur arbeitt á fjølmiðlum síðani 1998. Hann byrjaði á Sosialinum, var síðan á Portalinum, hann hevur eisini skrivað fyri Vinnuvitan, áðrenn hann byrjaði á Dimmalætting í 2006.

Í fjør arbeiddi hann eisini eitt skifti í Kringvarpinum.

Sveinur Tróndarson var saman við øðrum við til at endurreisa Dimmalætting í 2014 og var eisini ábyrgdarblaðstjóri fyrsta árið, sigur Dimmalætting.