Føringatíðindi 31. januar 1900 skriva eisini um framgongd, sum hevur verið at merkt í farna árið.
» ? Jógvan Poulsens bíblisøga er prentað og útgivin í árinum, og hopast má, at hon verður okkara fólki til frama.
Vit mugu siga, at tey árini, sum runnin eru síðani hetta blaðið kom út fyrsti ferð, hava borið framburð til landið. Frammanundan átti Førjar eitt blað, »Dimmalætting«, og hetta blaðið var gamalt av árum, men gekk aleina; eingin trongd var til meiri á tann hátt, fyrr enn »Føringatíðindi« kom út millum manna. Tá kom tann vælsignaði hugurin til at skriva og lesa, og nú hendan greinin verður skrivað, nú eiga Førjar 4 bløð umframt »Dimmalætting« og »Føringatíðindi« og tvær prentusmiðar. At »Føringatíðindi« eigur ærina fyri hendan stóra framburð er eyðvitið og erkennt av øllum«, skrivar blaðið á forsíðuni um ?árið, sum fór? 31. januar 1900.
Blaðstýrari á Føringatíðindum um hetta mundið er R. Effersø. Men hann er eftir øllum at døma sjúkur, tí nevnt verður í blaðnum, at blaðnevndin greiður blaðið, meðan R. Effersø er sjúkur.