Bæði Dimmalætting og Sosialurin liggja framvið at keypa útvarpsstøðina Rás 2 Petur Jacobsen, sum eigur Rás2, hevur sambært Vinnuvitan boðið fyritøkum, sum hann metir hava áhuga, at keypa støðina. Sosialurin og Dimmalætting liggja eftir øllum at døma framvið.
Bæði Árni Gregersen, blaðstjóri á Dimmalætting, og Jákup Mørk, ein av eigarunum av Sosialinum, vátta, at teir hava fingið at vita frá eigaranum av Rás2, at hann umhugsar at selja.
Dimmalætting viðgjørdi málið á nevndarfundi í gjár, og leiðslan á Sosialinum viðger eisini málið, verður sagt.