Dimma farin undir polittiska útspilling av Kára P. Højgaard?

Jan Asbjørnson Joensen, Form. Norðoya Sjálvstýrisfelag

 

 

Í Dimmu 11.januar var greinastubbi um ymsu flokkarnar nú tað stundar til vali.

Greinastubbin um Sjálvstýrisflokkin var ein long útspilling av formanni Sjálvstýrisflokksins, Kára P. Højgaard.

 

Vísandi til at Dimma so hátíðarliga undir slagorðinum “burtur við tøgnmentanini”, til tíðir letst vilja hava eitt breiðari orðaskifti, og at vit ikki bert skulu tiga tá rímuligt er at siga- so loyvið eg mær við vanda fyri aftur at enda í Leiðaranum í Dimmu, at gera viðmerkingar til nevnda greinastubba.

 

Sakligheit heldur enn persónliga útspilling

Tað er í lagi at journalistar ikki hava serligan tokka til ávísar flokkar ella persónar, men eiga teir ikki at lata síni persónligu áhugamál fara í sjálvsving í grein, sum gevur seg út fyri at vera ein saklig analysa. Hetta hevur eisini týdning um miðulin sjálvur skal takast í álvara sum ein seriøsur, óheftur miðil.

 

Tað var eisini rímuligt um Dimma hevði gjørt sítt heimaarbeiði og gav sakligheit, heldur enn persónliga útspilling fyrstaplássi.

 

Stór framgongd

Dimma skrivar at leingi sá út til at Sjálvstýrisflokkurin við Kára P. Højgaard sum formanni, fór at doyggja út. Rætt er tað at leingi hevur skútan ligið tungt í sjógvinum, men Dimma tykist gloyma at tað er við Kára P. Højgaard handan rórið, at stór tilgongd er av nýggjum dugnaligum vælevnum

sum í felag gera at Sjálvstýrisflokkurin stendur til stóra framgongd!

 

Dimma skrivar at stevnuskrá flokksins er góð, og millum annað byggir á andsfrælsi, Sjálvstýri, og kristnu siðalæruna.

Ì geinini verður Kári P. Højgaard lagdur undir at vera ein konservativur kristin afturhaldsmaður, sum forðar liberalum andsfrælsi og Sjálvstýrið, er dekan og næsadjarvt av Dimmu.

Tvørtur ímóti havið eg stóra virðing fyri hvussu væl formaðurin hevur duga at samansjóða síni kristnu virðir og Sjálvstýrishugsjónina. Tað er møguligt at Dimma ynskir at forbjóða kristnum at hava eina meining, tað hava tit rætt til, men hetta vil Sjálvstýrisflokkurin ikki.

 

Onga meining- men sjálvstøðuga hugsan- ella ?

Dimma heldur síðan uppá at formaðurin onga meining hevur um nakað sum helst, tí hann atkvøddi blankt fyri einum meiningsleysum missálitisuppskoti hjá Tjóðveldisflokkinum á løgmann. Hetta var gjørt tá øll vóru vitandi um at stórur meiriluti var fyri løgmanni, og uppskoti tí tann beri glantrileikur.

 

Tað tykist ikki sum at Dimma minnist, at tá Kári P. Højgaard setti framm misálitisuppskot á fiskimálaráharran, grunda á niðurstøðu hjá einari samdari landstýrismálanevnd- tá atkvøddi allir Tinglimir Tjóðveldisflokksins, saman við Miðflokkinum- blankt, og hava har við givið loyvi til at fisikimálaráði ikki hevur fyri neyðugni at tryggja at útlendingar ikki kunnu eiga meir enn 33% av føroyska fiskiflotanum.

 

 

Sjálvstýrisflokkurin gongur undan

Stór broyting! Nú gongur Sjálvstýrisflokkurin undan- legði sum tann fyrsti roknskap framm, og torir sum tann einasti at siga sína meining um Sandoyartunnilin.

Góða Dimma!

Hetta er alt púra rætt, men her haltar eitthvørt. Var tað ikki formaður Sjálvstýrisflokksins, við ongari meining, sum tann einasti Tinglimur, ið atkvøddi í móti uppskotinum um Sandoyartunnil? Er tað ikki formaðurin, Kári P. Højgaard sum hevur tikið avgerð um at leggja framm roknskap flokksins?

 

Ikki skal eg her ramsa upp hvat formaðurin hevur avrika, men hetta duga tit sum dugnalig fjølmiðlafólk sjálvið at finna fram- um tit vilja!

 

Eg skilji væl at Dimma óttast formann flokksins, serliga tá formaðurin tykist at hava tær dygdir sum greinaskrivarin sigur mangla. Soleiðis tykist greinastubbin meira verða ein tilætla niðurgerð av formanninum- kanska fyri at støðga tilgongdina til flokkin

 

Ì Sjálvstýrisflokkinum hava vit bæði ands- og hugsunarfrælsi og hetta ætlað vit eisini at gera nýtslu av uttanflokka einsvæl og innanflokka, líkamikið hvør formaðurin er.

 

Vónandi kann Dimma, við tíðini seta sær sjálvum somu krøv, sum verða kravd av øðrum.