Dimma fær átalu

Fjølmiðlanevndin staðfestir, at Dimmalætting átti at givið Summar Festivalinum høvi at svara atfinningunum í greinini 13. august, har funnist verður at trygdini á Summar Festivalinum. Harvið hevur Dimmalætting brotið góðan fjølmiðlasið, er niðurstøðan hjá nevndini

Úrskurður

 

Summar Festivalurin við Steintór Rasmussen, stjóra, kærdi til Fjølmiðlanevndina um eina grein, sum stóð í Dimmalætting 13. august 2007, ið Summar Festivalurin heldur er brot á góðan fjølmiðlasið.

Kæran varð send Dimmalætting til ummælis, og blaðið hevur í skrivi dagfest 18. september 2007 gjørt teirra viðmerkingar til kæruna:

Summarfestivalurin upplýsir at:

Dimmalætting prentaði 13. august 2007 grein við yvirskriftini: »Nógvar atfinningar móti trygdini á Summarfestivalinum«. Greinin var høvuðssøga á forsíðuni, har yvirskriftin var: »Ivasom trygd á Summarfestivalinum: Alt ov fáar vaktir«.

Í greinini tosar blaðfólk á Dimmalætting við tvey fólk, ið starvaðust á Summar Festivalinum. Tey greiða frá sínum upplivingum, siga eisini frá upplivingum frá øðrum og koma við hørðum atfinningum ímóti fyriskipanini og trygdini á Summar Festivalinum. Fleiri ítøkiligir pástandir eru í greinini, og tey bæði starvsfólkini sleppa í stóran mun at siga sína søgu uttan mótspæl.

Hetta kærir Summar Festivalurin um, tí greinin eftir teirra tykki stríðir móti góðum fjølmiðlasiði. Og álvarsamasta brotið er, at Summar Festivalurin ikki sleppur at svara skuldsetingunum.

Víst verður á, at ein av grunnleggjandi lutunum í journalistikki er, at ein partur, sum verður skuldsettur fyri nakað, sleppur at svara skuldsetingunum. Víst verður eisini til føroyska uppskotið um góðan fjølmiðlasið, har tað í grein 4.13 verður sagt: "Persónar, ið verða ákærdir, eiga, um tað á nakran hátt ber til, at sleppa at svara aftur samstundis, tá ið tað snýr seg um ítøkiligar upplýsingar. Orðaskifti, atfinningar og tíðindaflutningur eiga ikki at verða forðað av, at partar ikki vilja bera fram hugsan sína ella luttaka í orðaskifti".

Summar Festivalurin varð ongantíð biðin um eina viðmerking í samband við greinina í Dimmalætting 13. august 2007. Vikuna frammanundan høvdu Dimmalætting og Sosialurin greinar í kjalarvørrinum av avlýsta festivalinum, og umboð fyri Summar Festivalin svaraðu spurningum í tí samanhanginum. Harvið hevur Summar Festivalurin á ongan hátt roynt at sníkja seg undan ábyrgd ella royna at sleppa undan at svara kritiskum fyrispurningum. Summar Festivalurin vildi eisini gjarna komið til orðanna í greinini 13. august, men fekk ikki møguleikan til tað.

Summar Festivalurin orðaði sjálvur eitt skriv, sum varð prentað nakrar dagar seinni í Dimmalætting. Teir halda, at framferðin hjá Dimmalætting stríðir ímóti góðum fjølmiðlasiði. Í greinini 13. august eru nýggjar, ítøkiligar atfinningar, sum Summar Festivalurin kundi svara. Teir halda, at summar upplýsingar eru misvísandi og yvirtulkaðar, men teir fingu ongantíð møguleikan at svara álvarsomu skuldsetingunum.

Víst verður eisini á, at Dimmalætting gjørdi nógv burtur úr greinini, og teir halda, at brotið á góðan fjølmiðlasið er serliga grovt, tá ið blaðið ruddar forsíðuna orsakað av hesi grein. Harafturat hingu sonevndu matarleparnir við somu skuldsetingum eisini uppi á sølustøðunum kring landið. Eftir stendur ein einsíðug grein, har tann skuldsetti parturin ikki sleppur at svara fyri seg.

Víðari skrivar Fjølmiðlanevndin, at Dimmalætting upplýsir í ummæli sínum at:

Dimmalætting skrivaði fleiri ferð um Summar Festivalin 2007. Tann 6. og 8. august vóru greinar um Summar Festivalin, har fyrireikararnir søgdu frá um trygdina. Í greinini 13. august siga fleiri fólk frá, at tað ikki er so einkult, sum Dimmalætting hevur skrivað. Tey vísa á, at trygdin var ikki so góð.

Dimmalætting førir fram, at í veruleikanum er greinin aftursvar til tað, sum millum annað Steintór Rasmussen hevur sagt við Dimmalætting tann 6. og 8. august. Víst verður á, at í greinini í Dimmalætting 13. august verður víst til tað, sum fyriskiparin Steintór Rasmussen hevði sagt við blaðið um, at Summar Festivalurin ikki hevði sett fólk til at fylgja við vindmátingunum, og at fyriskiparunum møguliga vantaðu dirvi til at taka avgerðirnar nóg skjótt.

Dimmalætting metir, at blaðið við hesum hevur latið fyriskipararnar komið til orðanna, og at dekningurin hevur verið í samsvari við góðan fjølmiðlasið. Serliga tí greinin 13. august er ein partur av einari avdúkandi greinarøð, sum Dimmalætting hevur havt um trygdina á Summar Festivalinum.

 

Avgerðin hjá Fjølmiðlanevndini:

Fjølmiðlanevndin hevur á fundi tann 24. oktober 2007 viðgjørt kæruna. Í viðgerðina av hesum málinum luttóku Halgir Winther Poulsen, Ingolf S. Olsen, Johann Mortensen og Nella Festirstein. Fjølmiðlanevndin kom til fylgjandi úrskurð:

»Viðmerkjast skal fyrst, at Fjølmiðlanevndin í viðgerðina av kæruni ikki hevur tikið støðu til innihaldið í greinarøðini hjá Dimmalætting um Summar Festivalin.

Vísandi til tey sjónarmið, sum síggjast aftur sum grein 4.13 í uppskotinum um góðan fjølmiðlasið heldur Fjølmiðlanevndin, at Dimmalætting átti at givið Summar Festivalinum høvið til at svara atfinningunum samstundis í greinini 13. august. Av tí, at Dimmalætting ikki royndi at fáa viðmerkingar frá Summar Festivalinum áðrenn almannakunngerð, hevur Dimmalætting brotið góðan fjølmiðlasið, jb. grein 43, stk. 1 í fjølmiðlaábyrgdarlógini, og hetta avgjørdi Fjølmiðlanevndin at átala.

Avgerðin er endalig innan fyrisitingina«. Undirskrivað vegna Fjølmiðlanevndina, Nella Festirstein, formaður.