Dimma á einum skráplani?

Tað tykist sum at Dimma hevur fingið ómetaliga ilt av, at broyting er komin í, síðani tað vóru ?skrivaðu miðlarnir, sum áttu lýsingamarknaðin?, sum hon sjálv tekur til í oddagrein í Dimmu 12. oktober. Tað er væl skiljandi, at Dimmu ikki dámar meira kapping á hesum økinum. Men lortaspannin yvir Rás 2 tykist mær rættiliga óskiljandi fyri eitt sokallað óheft tíðindablað.

Politikkur til sølu?

Í fyrsta lagi sigur sama oddagrein, at ?Rás 2 er farin at selja politikk í tíðindahøpi!? Í øðrum lagi verður sagt, at Loftmiðlanevndin ?tók eina prinsipiella avgerð herfyri, sum ikki gav Rás 2 loyvi at selja politikk í tíðindahøpi...hetta fyri at halda veruliga upplýsing frá bíløgdum tíðindaflutningi!?

Í triðja lagi sigur sama oddagrein, at mentamálaráðharrin, ?sum einki skil hevur á fjølmiðlum, gjørdi avgerðina til einkis?, og so verður illgitt um, at hann gjørdi hetta eftir innanhýsis politiskum trýsti, og at hann ?hevur lagt lunnar undir bíløgdum tíðindaflutningi!?

Fyrsti pástandurin er blóðskeivur. Rás 2 er í tíðindahøpi als ikki til sølu og er fullkomiliga óheft politiskt. (Kunnu vit siga tað um Dimmu?)

Annar pástandurin er beinleiðis ósannur ? Loftmiðlanevndin tók onga prinsipiella avgerð, men vísti harafturímóti á, at soleiðis, sum kringvarpslógin er orðað, so varð ?óhefta redaktionella ábyrgdin hjá stovninum sett til viks?, og at ætlaðu valsendingarnar ikki vóru sambærligar við lógarinnar tekst.


Redaktionell ábyrgd

Eingin tíðindaberi ? heldur ikki Dimma ? hevði funnið seg í, at ein lóg setti óheftu redaktionellu ábyrgdina til viks. Tí kærdi Rás 2 eisini til Mentamálastýrið beinanvegin.

Brævið frá Mentamálastýrinum er undirskrivað av Kára D. Petersen, advokati, og ikki av Tórbirni Jacobsen, og er ein juridisk niðurstøða og avgerð. Stýrið vísir á, at Rás 2 hevur loyvi at taka ímóti ískoytisveitingum, og eisini at gera politiskar sendingar, ?har tann eina politiska áskoðanin ikki fær størri ávirkan enn ein onnur?.

Í niðurstøðuni verður beinleiðis sagt, at ?soleiðis, sum ætlanin er hjá Rás 2, koma sendingarnar ikki í stríð við ætlanirnar í lóg og kunngerð, og flokkarnir hava ikki størri ávirkan á innihaldið, enn teir vildu havt ella fáa við sendingum í almennu loftmiðlunum uttan at gjalda!?

So einfalt.

Allir flokkarnir luttaka á jøvnum føti, fáa somu tíð tillutaða, og eingin teirra fær størri ávirkan enn ein annar. Tað vil eisini siga, at journalistiski integriteturin hjá stovninum verður virdur. Og tað merkir eisini, at politisku flokkarnir, sum fáa almennan pening til politiska upplýsing, á jøvnum føti hava loyvi at vera ískoytisveitarar hjá Rás 2. Og óneyðugt skuldi verið at sagt, at hetta hevur einki við tíðindasendingar at gera ? sendingarnar verða skrálagdar sum aktuelt upplýsandi tilfar á sama hátt sum vanligt er í ÚF.


Troling á landleiðini!

At sama oddagrein leggur m.o. okkum undir, at tíðindaflutningurin verður stýrdur av, hvør vil gjalda mest, kunnu vit so bara taka sum eitt fornermilsi. Men tá samstundis verður sagt, at fjølmiðlar við ongum tíðindaflutningi eru óálítandi og lítið áhugaverdir at lýsa í, tí eingin tekur teir fyri fult, so man leiðslan á Dimmu valla nakrantíð tendrað parabolina, tí flestu lýsararnir finnast har, tíðindaflutningurin er minst. Og so mátti fornermilsið hjá Dimmu móti Rás 2 eisini verið óneyðugt.

Tá so sama oddagrein samanber okkara lýsingamarknaða við at trola á landleiðini ? har nøkur skip trola við almennum stuðuli ? so haltar logikkurin heilt álvarsliga. Fyri tað fyrsta spyr fiskurin ikki trolið eftir, hvør eigur tað. Eisini veldst um skiparan, manningina, íløguna og umsitingina. Og høvuðsmunurin millum fiskin og føroysku lýsararnar er, at lýsararnir sjálvir avgera, hvar teir lýsa. Og man tað ikki vera har, trupulleikin hjá Dimmu liggur ? at ein lýsari í ein mánaða kann senda 85 ljóðlýsingar á Rás 2 fyri tað, sum ein heilsíða í litum kostar í Dimmalætting!!??

Tá so Dimma harafturat tosar um at ?virka undir somu treytum?, so skal eg líka heilsa og siga, at vit heldur ikki kunnu krevja lurtaragjald ? samanber við haldaragjaldið hjá Dimmu ? vit kunnu ikki sløkkja hjá einum lurtara, sum ikki vil gjalda. Vit fáa ongan almennan ella kommunalan stuðul. Vit hava bert inntøkur frá beinleiðis lýsingum og ískoytisveitingum.

Tað kostar pengar at keypa eitt eintak av Dimmu ? sum forrestin er floytifull av politikki hvønn dag ? men tann dag, Beate sendir Dimmu ókeypis út í hvørt hús, tá kunnu vit tosa um at ?virka undir somu treytum!?

Og legg merki til: Eingin lóg forðar politisku flokkunum í at vera ískoytisveitarar hjá skrivaðu fjølmiðlunum!


-


Størsti vinningurin fyri Rás 2 í hesum sambandi er, at staðfest er, at redaktionella ábyrgdin ikki kann setast til viks, og at tað verður viðurkent, at vit á Rás 2 hava somu redaktionellu ábyrgd sum hinir loftmiðlarnir, og at vit megna einsvæl at umsita eina slíka.


Ó.J.Rólantsson

Programmleiðari,

Rás 2