13. september í fjør hevði gamla Dimma sín seinasta útgávudag. Felagið handan Dimmalætting er nú avtikið, men navnið er framvegis ogn hjá Poul Hansen, advokati.
Og nú ætlar hann, at navnið aftur skal koma til heiður og æru. Saman við Sveini Tróndarson, Leif Ládal, Emil L. Jacobsen og Georg L. Petersen, sum allir starvaðust á Dimmalætting, fer hann nú undir at geva Dimmalætting út.
Talan verður um vikuskiftisblað og ikki dagblað, soleiðis sum Dimmalætting annars var.
- Í mínum hugaheimi eru møguleikarnir tvinnir. Antin at gera eitt dagblað ella eitt vikuskiftisblað. Tíðin tykist vera farin frá dagbløðum, og føroyski marknaðurin er í øllum førum ov lítil, til at tú kanst hava somikið stóra manning, at til ber at fara í dýpdina við evnum hvønn dag. Tí hava vit gjørt av, at talan verður um vikuskiftisútgávu, sigur Sveinur Tróndarson.
Í tíðindaskrivi verður sagt, at Dimmalætting skal gevast út eftir sama journalistiska grundstøði sum áður, har blaðið er óheft av politiskum, átrúnarligum, vinnuligum og fíggjarligum áhugamálum.
Talan verður í fyrsta umfari bara um pappírsútgávu, og verður fyrsta blaðið á gøtuni eina ferð í oktober.