Givið er, at Árni Gregersen, ábyrgdarblaðstjóri er harmur um, at Dimmalætting, sum hevur eina langa og stolta søgu er farin av knóranum.
Hjá Árna er tó eingin ivi um, at føroyska samfelagið eigur at rúma einum blaði, sum er gravandi og fer í dýpdina. Árni heldur ikki, at tað fer at røkka fyri tíðindaflutningin og kappingina, at vit hava fleiri tíðindaportalar, sum gera snøgt sagt tað sama.
Undir myndini ber til at hoyra eina ljóðsamrøðu, sum Jón Brian Hvidtfeldt hevði við Árna Gregersen í tíðindasendingini hjá Rás2 klokkan 12.










