Dimitar Berbatov í heimsflokki

Premier League - Fólk skrála, klemmast og fegnast, sum stóð tað um lív. Tríggjar ferðir sendi metkeypið hjá Sir Alex Ferguson, Dimitar Berbatov, meginpartin av áskoðarunum á Old Trafford upp í sjeynda himmal. Meðan tað gekk hart fyri seg á vøllinum og á áskoðaraplássunum, so tóku løgreglumenninir sær av løttum uttanfyri Old Trafford í avslappaða hýrinum undan dystinum.

Old Trafford, Manchester

Tvær ferðir um árið hava Liverpool viðhaldsfólk møguleikan at minn­ast gamlar dagar, tá Liverpool var omaná móti Manchester United, men hesa fer fingu Liverpool við­halds­fólkini einki at gleðast um, tí Dimitar Berbatov átók sær sama leik­tlutin, sum Eric Cantona plagdi at hava.

Undan dystinum
Hálvan annan tíma undan fyrsta bríkslinum eru gøturnar kring Old Trafford so smátt við at fyllast. Tað er grátt í veðrinum og hann hevur hug at regna íð so nógv. Barrir og matvøru básar eru góð støð at kroka, meðan løgreglan heldur eygað við at alt gongur sum tað skal. Tó so, har eru fleiri kúllar, sum hava keypt fleiri atgongumerki til dystin og selja tey dýrt á svarta markn­aðinum.
150 pund (uml. 1350,-) fyri eitt gott Manchester United atgongumerki ella eitt atgongumerki, sum loyvir tær at sita millum Liverpool við­halds­fólkini, bjóðar ein 35 til 40 ára gamal maður við hettutroyggju og heldur regnskjólinum langt niður yvir høvdið.
Tey bíligastu liggja um 80 pund (sum svarar til góðar 700 krónur), sigur hann víðari og vísir fram nøkur atgongumerki. Tað er ólógligt at keypa atgongurmerki uttanfyri leik­vøllin undan dysti, men tað hendir meiri enn so.

Friðarligt hjá løgregluni
Á øllum síðugøtunum kring Old Trafford er løgreglan á varhaldi. Dyst­irnir millum Manchester United og Liverpool eru »High Risk« dystir, og tí er nógv løgregla úti á gøtuni. Men sunnudagin er stemn­ingurin avslappaður í øk­inum rundan um Old Trafford. Í regn­inum standa tvey løgreglufólk á var­haldi á einum gøtuhorni. Ein ungur hugtungur maður, og ein ung væl útborin og brosandi løgreglu­kvinna.
Við boygdum ryggi teskar ungi løgreglumaðurin okkurt við starvs­felagan, sum klappar honum á rygg­in og tykist siga við hann, at alt helst fer at laga seg. Akkurát hvat hann segði er óvist, men hann tókt­ist verða keddur um okkurt. Meira var ikki brúk fyri løgregluni undan dystinum.

King Berba
Tað er bara ein kongur í Manchester United, tað er Eric Cantona, men Dimitar Berbatov hevur okkut ser­ligt yvir sær, sum ger at hann minnir nógv um kongin. Hann hev­ur ein serliga útstráling, hevur altíð tamarhald á tí hann ger, hevur ein avslappaðan, men onkursvega elegantan stíl, klókur við bóltinum, hevur bóltførleika sum fáur og so hevur hann eginleikan at venda einum dysti. Málið til 2-0 eru tað næstan bara hann og Eric Cantona, sum kunnu skora uppá ein so ele­gantan hátt.
Tað var fult uppiborið, at Man­chester United vann dystin, men tað var eisini uppiborið, at tað var Dimitar Berbatov, ið skoraði av­gerandi málið. Vónirnar hjá Liver­pool at vinna meistaraheitið vóru smáar í fjør, so fyri at varveita støð­una sum mest vinnandi felagið í Ong­landi setti Liverpool sítt alit á at Chelsea gjørdust meistarar. Tað er sama skilið í ár!