ALIVINNA
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Higartil hava verið tvær leiðir at bast ILA-sjúkuni: Tann skotska leiðin og tann norska. Hvørgin kosturin er mjúkur, og tí er alivinnan í einum dilemma.
Skotar hava slaktað alt, so skjótt teir fingu ein feril av ILA. Á tann hátt er nógvur fiskur farin fyri skeyti, tí hann ikki hevur verið tøkur. Føroyingar hava gingið norsku leiðina. Tann fiskurin, sum er sjónliga sjúkur, verður tikin og burturbeindur. Síðan er bíðað eftir, at restin fær tøkustødd, áðrenn slaktað verður. Er eingi sjónlig tekin, kann fiskurin seljast til matna, og tískil er missurin ikki so stórur.
Tað hevur víst seg, at norska loysnin er ikki nóg góð, tí síðan ILA fyrstu ferð varð staðfest í 2000 hevur sjúkan breitt seg sum ringar í vatninum til alt landið.
? Vit hava roynt at funnið eina javnvág millum tað, sum er heilsufrøðiliga og fíggjarliga forsvarligt. Tað hevur ikki víst seg at rigga nóg væl, og tí mugu vit herða krøvini, sigur Bjarni Djurholm.
Atli Gregersen, næstformaður í Havbúnaðarfelagnum sigur, at verður farið at slakta alt í einum alibrúki, so skjótt ILA verður funnið, so mugu vit aftur fara at hugsa um ein niðurberjingargrunn, sum veitir alivinnuni endurgjald fyri mist virði.
? Tað kostar kanska minst 10 til 20 milliónir krónur í mistari inntøku, hvørja ferð vit mugu reinsa fiskin burtur í einum alibrúki. Tað maktar alivinnan ikki, sum er. Best hevði sjálvandi verið, um alivinnan sjálv megnaði at fíggja ein grunn, sum kann geva endurgjald, men tað klárar hon ikki. Tíðin er komin at taka spurningin aftur til viðgerðar, sigur Atli Gregersen.
Bjarni Djurholm sigur, at kjakast hevur verið um ein niðurberjingargrunn, men tað er eitt eymt punkt.
? Tað kunnu gerast stórar upphæddir at gjalda úr einum slíkum grunni, sum landið neyvan einsamalt kann fíggja. Vit hava áður roynt eina endurgjaldsskipan, har alivinnan og tað almenna rindaðu helvtina, men hon datt niðurfyri. Sum er, er eingin ætlan um at taka táttin uppaftur, sigur Bjarni Djurholm.