Digitalisera sendinet í Føroyum!

Eg vil alment loyva mær at siga, at tíðin er farin frá analogiskum skipanum hjá Føroya Tele og hvat sendineti viðvíkur, hvat øll skulu gera sær greitt í dag. Vit eiga at krevja at fáa eitt nýtt digitaliserað sendinet, ið skal umfata bæði útvarp og sjónvarp og ikki bert televarpið, so slepst undan kappingaravlagan í næstum.

Eg vil vísa á møguleikan at fáa lækkað kostnaðarstøðið hjá bæði útvarpi og sjónvarpi og sleppa øllum lurtarum, hyggjar undan bæði útvarps- og sjónvarpsgjøldum. Vit vilja yvir longri tíðarskeið fáa bíligari útvarp og sjónvarp, tá hesi hava fingið sítt digitaliseraða sendinet og upptøku- og redigeringshøli í Havnini í næstum.
Vit eiga at krevja av landspolitikarum at bæði útvarp og sjónvarp koma á løgtingsins fíggjarlóg sum skjótast, ið kann fíggjast umvegis skattin hjá øllum føroyingum. Eg haldi, at vit skulu fáa lokal útvarp og sjónvarp úti í størri útjaðaraoyggjum og fáa samsendingar við útvarp og sjónvarp og fáa meira av lokal tilfari.
Tað er tíð uppá at útvarps- og sjónvarpsfólk taka hesi viðurskifti upp til viðgerðar á fundum og fyrireika seg til kappingina á fjølmiðlaøkinum seinni í heyst. Tað hevði verið gott at fingið útvarp og sjónvarp dagført og útbygt sínar heimasíður, so føroyingar bæði heima og uttnalands kunnu fylgja meira við øllum. Digitaliserað sendinet fyri alt landið kann sleppa okkum undan frumskógar parbolum á húsatekjum og á húsaveggjum og úti í garðinum í øllum Føroyum.
Hvussu verður við øllum eigarafeløgunum í Havn í heyst, tá ið televarpið byrjar sínar sendingar og at skapa kapping mótvegis sjónvarpi og útvarpum? Hvussu verður við radio- og teldufyritøkum og handlum í Føroyum, tá heimateldan verður kappingarneytin.

P.S. Eg komi aftur til hetta!