Tað fall mær fyri bróstið herfyri í tí góða sólskinsverðrinum, tá eg fór ørindi í býin. Eg fekk ilt, reverentar talt ilt av øllum dieselosinum frá bilunum. Har stóð m.a. ein ung kona við barni í koyristóli, og hvat hetta lítla barn fekk í seg av dieseloli kann enn ikki samanlíknast við sigaretroyk. Tey hostaðu verri enn nakað gamalt tubbaksvrak. Eg rýmdi og fór niðan í SMS, og har var hvaðani verri í parkeringskjallaranum. Tað stinkaði!
Uttan at vera ?frelst? uppá nakran máta haldi eg, at allir hesir dieselbilar eru við at fáa yvirhond. Fólk fara yvir til diesel, tí tað er bíligast. Bilar eru her, og teir skulu vera verandi, men hví skulu teir ?premierast?, sum dálka mest? Blýfrítt bensin hevur leingi verið at fáa, og vil ein umhvørvinum væl, so er tað frægast hvat dálking viðvíkur. Men diesel er nógv bíligari at koyra. Men eg fari at hætta mær at siga, at hevur ein ráð til at koyra bil, so hevur ein eisini ráð til at halda umhvørvið so reint sum gjørligt. Hesir dieselbilar hava eisini tann ampa, at teir taka longri tíð at verma upp, og so lata fólk teir standa í tómgongd til teir eru heitir nokk. Serliga um morgnarnir í búðstaðarøkjum kennist hetta sárt fyri smábarnalungur, og eisini fyri tey eldri.
So hetta er ein áheitan til tykkum, sum leggja gjøld og annað uppá bilar og bensin. Gerið diesel dýrt! So fara fólk nokk at koyra við reinari brennievni. Aðra staðni í heiminum er diesel minst líka dýrt sum annað brennievni, hví skulu vit _premiera? dálkingina?
Hanna Joensen