Diego takið á Guardiola

Atletico Madrid og Diego Simeone vunnu í kvøld fyrru hálvfinaluna í Champions League á Bayern Munchen og Pep Guardiola. Úrslitið bleiv 1-0.

 

Fyrr í dag fekk karismatiski venjarin hjá Atletico Madrid, staðfest eitt tríggjar dystir langt leikbann í sponsku landskappingini. Hann stóð tó við róðrið, tá Atletico Madrid í kvøld knúgvaðu týsku meistarunum úr Bayern Munchen.

 

Einsamalla málið skoraði Saul Niguez, tá ellivu minuttir vóru spældir. Í seinna hálvleiki raktu bæði liðini træverkið. Fyri Atletico Madrid var talan um framúr álop, har Fernando Torres sendi bóltin á stongina.

 

Í gjár spældu Manchester City og Real Madrid málleysan javnleik.

 

Champions League hálvfinala:

Atletico Madrid – Bayern Munchen 1-0 (1-0)

1-0 Saul Niguez, 11