Í ÍtróttarSosialinum ummæla og vísa vit javnan til filmar, dokumentarar og bøkur, sum hava við ítrótt at gera. Bæði føroyskan og útlendskan ítrótt. Nú føroyskur fótbóltur og partar av ítróttarheiminum byrja at venja aftur, so fer In.fo at geva tykkum nøkur góð ráð at stytta um tíðina til ítrótturin aftur fer í gongd.
*Dokumentarur “Diego Maradona í Meksiko” er á Netflix
“Diego Maradona í Meksiko” er ein dokumentarseria hjá Netflix um Diego Maradona, ið verður venjari hjá Dorados, sum liggur í botninum í næstbestu deildini í Meksiko. Dorados liggur mitt í Sinaloa, sum nokk er best kent fyri rúsevnir og ófriðin, sum fylgir við. Nakað sum Netflix eisini hevur gjørt nógv burturúr i sendingunum “Narcos”.
Tey mundu verða fá, ið væntaðu at tað fór at spæla væl av. Hann hevur sjálvur verið rúsevnismisnýtari og mangan er atburðurin hjá honum óútrokniligur. Tað hava eisini verið nøkur sjónbandabrot við samrøðum og støðum, har hann hevur verið heldur óður. Tað er við hesum í huga, at byrjað verður at hyggja eftir sendirøðini “Diego Maradona í Meksiko”.
Úrslitið er ein heilt nýggj virðing fyri menniskjanum Diego Armando Maradona. Hann er framvegis øðrvísi, men fyri hvønn part av sendirøðini vísur hann sín savnandi og motiverandi eginleika. Hann er menniskjakærur og spælararnir taka hann til sín.
##med2##
Dorados er eitt felag uttan mið og mál, tá Diego Maradona kemur til. Tað broytist skjótt. Tá Diego Maradona verður innlagdur og tað er ivasamt um hann kemur aftur til Meksiko, sæst tað aftur á spælarunum. Teir sakna hann.
Nógv ár í fótbólti hava eisini lært argentinska bóltsnillingin eina snildu ella tvær. Hann dugur ótrúliga væl at seta spælararnar upp, og tað hann sigur gevur mangan góða meining. Hann er eisini maðurin, sum hevði allan heimin fyri sínar føtur. Tú lærir nógv av slíkum trýsti og tú kemur ikki hartil uttan at tola nógv av.
- Tað er líka mikið hvussu nógv gott eg geri. Tey fara altíð at minnast meg fyri tey mistøkini eg gjørdi, verður hann siteraður fyri í dokumentarinum.
Í mun til dokumentarseriuna “Sunderland 'Til I Die”, har vit í stóran mun eru við til samráðingar og leiðslan fyllur nógv, so snýr hesin dokumentarurin seg í stóran mun um Diego Maradona og hansara persón. Tað er ikki so nógv taktikkur, men meiri tað menniskjaliga.
- Eg hugsi onkuntíð um hvussu góður eg kundi verið, um eg ikki tók rúsevni, sigur Diego Maradona sjálvur.
Tú kanst ikki lata verða við at blíva góður við Diego Maradona, sum partarnir ganga. Tað býr meiri aftanfyri mannin enn tann ørskapurin, sum miðlarnir hava lyndi til at vísa. Jú, gamaní er hann merktur av einum longum lívi sum halgimenni á einari síðu, og sum bølmenni á hinari síðuni – men tað er ikki uttan orsøk at Diego Maradona er so hugtakandi enn tann dag í dag.
Hetta er ikki ein dokumentarur fyri øll, men fyri tey við serligum áhuga í Diego Maradona. Hetta er ikki nakað meistaraverk og einki nýtt kemur fram ella verður avdúkað. Hetta er bara ein dokumentarur, sum fylgir Diego Maradona í Sinaloa frá 2018 til 2019.
Hyggilistin hjá In.fo:
- Sunderland 'Til I Die (Netflix)
- The Last Dance við Michael Jordan
- Frá Diego til Maradona (DR.dk)
- 9.79* Søgan um Ben Johnson og Seoul 1988 (DR.dk)