Tað eru í dag fimmti ár síðani Diego Maradona á fyrsta sinni sá dagsins ljós. Hann byrjaði sína yrkisleið í Argentinos Juniors í 1976, áðrenn hann skifti til Boca Juniors í 1981. Har náddi hann bara at spæla 40 dystir, áðrenn FC Barcelona bankaði uppá. Maradona hevði tað torført í Barcelona og spældi bara 36 dystir og skoraði 22 mál, áðrenn Napoli keypti hann.
Í Napoli gjørdist Diego Maradona ein hetja. Hann spældi 188 dystir, skoraði 81 mál og vann Seria A tvær ferðir. Eftir góðu árini í Napoli byrjaði niðurtúrurin hjá Maradona. Hann skifti til Sevilla í 1992 og árið eftir til Newell?s Old Boys, áðrenn hann á seinasta sinni skifti til Boca Juniors, har hann spældi fram til 1997.
Á landsliðnum megnaði hann at spæla 91 dystir og skora 34. Hann luttók í fýra HM endaspælum(1982, 86, 90 og 94). Hann vann HM 86 at kalla einsamallur og skoraði tvey tey minniligastu málini í fótbóltssøguni í fjórðingsfinaluni ímóti Onglandi. Fyrst var tað ?guds hond? málið og løtu seinni skoraði hann kanska besta málið í fótbóltssøguni.
Í 2008 tók Maradona við sum landsliðsvenjari hjá Argentina. Tað eydnaðist honum í evstu løtu at vinna sær luttøku í HM endaspælinum. Argentina í ¼ finaluni og Maradona varð koyrdur frá sum landsliðsvenjari.