Leygardagin gjørdi Diego Costa alskyns brotsgerðir í dystinum ímillum Arsenal og Chelsea, sum Chelsea vann 2-0. Costa slapp tó við skrekkinum, meðan Gabriel hjá Arsenal heldur órættvíst fekk reytt kort.
Les eisini:Wenger: Costa er andstyggiligur
Enska fótbólssambandið, FA, hevur við hjálp av sjónbandaupptøkum viðgjørt ymsu hendingarnar. Fyrr í dag kunngjørdi FA, at Diego Costa fær leikbann í heili tríggjar dystir fyri sínar beistagerðir.
Sambært FA noktaði Costa, at hann tilætlað hevði sligið Laurent Koscielny hjá Arsenal, men hetta trúði FA ikki uppá.
Fyrr í dag kunngjørdi FA eisini, at Gabriel Paulista hjá Arsenal hevur fingið sítt obligatoriska leikbann, sum ein leikari vanliga eigur at fáa eftir eitt reytt kort, strikað. Hetta vísir eisini heilt greitt, at enska fótbóltsambandið als ikki tekur undir við avgerðunum, sum dómarin í umstrídda dystinum, Mike Dean, dømdi.
Sostatt kann Gabriel Paulista vera við hjá Arsenal í morgin, tá ið liðið spældir grannauppgerð ímóti arvafíggindanum, Tottenham. Dysturin verður spældur á White Hart Lane.