Konsert
Danski popp/rokk bólkurin Diefenbach kemur til Føroyar at spæla tvær konsertir 7. og 8. apríl. Konsertirnar verða í Rex og í TB-Húsinum. Hetta er fyrstu ferð, at hesin yndisbólkur hjá donskum ummælarum vitjar í Føroyum, og teir siga á sínum myspace profili, at teir gleðast um møguleikan.
Diefenbach gjørdust veruliga kendir bæði í Danmark og kring heimin í 2004 við fløguni Run, Trip, Fall, ið var skýrd eitt meistaraverk av ummælarum í Danmark, Bretlandi og Amerika. Eisini nýggjasta fløgan, ið kom út í fjør, Set & Drift hevur fingið góða móttøku. Serliga lagið Gloria hevur verið nógv at hoyrt.
Diefenbach er ein av bólkunum, ið danski tónleikaídnaðurin sýndi fram á stóru Poppkomm messuni í Berlin í fjør. Her valdi ídnaðurin og danska mentamálaráðið bestu og mest útflutningsbaru bólkarnir at umboða Danmark. M.a. vóru Nephew og Carpark North við.
Tónlistarliga kann Diefenbach í ein ávísan mun bólkast við júst Carpark North, hóast teir eru væl friðarligari. Til ber at hoyra tónleikin hjá Diefenbach á teirra Myspace síðu. www.myspace.com/diefenbachmusic










