Dido vendir aftur

Fimm ár eru liðin, síðan seinast bar til at hoyra vøkru røddina hjá Dido, men nú vendir hon aftur við eini nýggjari fløgu.

Fløgan ?Safe Trip Home? kemur aftaná succes?ina ?Life For Rent? frá 2003, sum varð fjóðra mest selda fløgan í Onglandi í tíggju ár.

 

?Don?t Believe in Love?, sum væntandi kemur út í november, er nýggjasta stakfløgan av fløguni. BBC News siga frá, at tað verður møguligt at heinta nýggja sangin ?Look No Further? ókeypis á heimasíðuni hjá stjørnuni.