Didier Drogba angrar nú

Í einari samrøðu við stóra franska fótbóltsblaðið ?France Football?, sum var prentað hósdagin, segði Didier Drogba, at hann vildi sleppa úr Chelsea. Eitt samdøgur seinni sigur hann, at hann angrar hesi úttalilsini. Hann sigur seg havi sagt hetta, tí hann hevur verið vónsvikin um, at José Mourinho mátti gevast, sum høvuðsvenjari hjá Chelsea. ?Eg eri Chelsea-leikari 100%, og eg ynski at stuðla nýggja venjaranum. Eg tosi ikki meir um mína framtíð, fyrr enn við kappingarlok. Tá fara eg og Chelsea at hava ein fund um mína framtíð í felagnum.? segði Drogba í dag.