Her eydnaðist heimaliðnum heldur óvæntað at vinna dystin 2-1. Men tað var málmaðurin hjá AC Milan, Dida, sum stjól yvirskriftirnar eftir dystin. Hann átti nevniliga sín stóra part av skyldina í sigursmálinum hjá Celtic, og eftir málið rann ein heimaáskoðari inn á vøllin fyri at takka Dida. Í øðini fór Dida rennandi eftir ákoðaranum, men hann var so óheppin at detta og smekka høvdið í. Enn er ikki greitt, hvussu álvarsligur skaðin hjá Dida er.