Dick Lit: Machodreymar og ølbúkar

Sjálvt um teir ikki tora heilt so væl at gera gjøldur burtur úr sær sjálvum, hava mannfólkini eisini sína útgávu av Chick Lit- oftast kallað Dick Lit. Onkur vil vera við, at hetta slagið av kiksaðum mannfólkum byrjaði við Hemingway. Møguliga, men beint nú tykjast tað vera Nick Hornby og Tony Parsons, sum ganga á odda í herinum av sjálvsupptiknum mannfólkum, sum taka synd í sær sjálvum og geva konufólkunum skyldina. Mannfólkini hjá Hemingway fóru í kríggj, og teir modernaðu fara eisini vápnaðir við somu machodreymum til fótbóltsdyst ella á barr, har menn eru menn og sjoflar søgur geva status - eina løtu í hvussu er. Inntil teir koma heimaftur til bleika ølbúkin, hálvtunna skallan, høga blóðtrýstið og dámuna, sum júkar um parterapi, meðan Brad Pitt og Tom Cruise liva machodreymarnar á sjónvarpsskíggjanum.
Dick Lit eru mannfólkabøkur, sum konufólk tíma at lesa, tí mannfólkini í teimum líkjast mest konufólkum, halda summi (mannfólk). Serliga eru tað bøkurnar hjá Tony Parsons, Man and Boy, Man and Wife og The Family Way, sum venda vælkendu leiklutunum á høvdið. Søgan er lutvíst ein sjálvævisøga, har dáman stingur av frá manninum og letur hann standa eftir við 4 ára gamla soninum. Og so byrjar endaleysa marran hjá einsamalla pápanum, sum má velja millum barn ella karrieru. Hava vit hoyrt tað fyrr? Jú, men tankavekjandi at hoyra søguna "hinumegin" frá.