34-ára gamli sjónleikain Leonardo DiCaprio hevur nú verið millum hottastu nøvnini í Hollywood í mong ár. Orsøkin til stóru success hansara er, at hann hevur arbeitt sera nógv og sera leingi.
Hann ávarar ungu Hollywood-stjørnurnar sum Zac Efron frá ?High School Musical? og Robert Pattinson frá ?Twilight? um, at teir skulu fokusera upp á sjónleik teirra, um teir vilja halda áfram sum stjørnur.
- Teir hava fingið ein sera stóran møguleika og eg vóni, at teir vita, at tað, tá ið alt kemur til alt, er sjónleikur teirra, ið er týdningarmiklastur. Allur áhugin, sum er um teir nú, steðgar eina ferð, tá ið yngri sjónleikarar koma til og tá vilja fjølmiðlarnir heldur fylgja teimum. Tí eiga teir at halda kósina og arbeiða hart fyri at prógva fyri øllum, at teir eru klárir til eina langa karrieru í filmbransjuni.










