Bárður Jákupsson
fyrrverandi leiðari fyri Listasavni Føroya
Á veg til handils fríggjadagin kom mær dátt við, at vinfólk og kenningar steðgaðu mær á gøtuni at spyrja og práta við samkenslu um tað stóra stuldursmálið, eg hevði fløkt meg uppí. Jú, Oyggjatíðindi høvdu stóra mynd av mær á forsíðuni og grein inni í blaðnum. Eg verði lagdur undir grovan stuldur, eri brotsmaður av ringasta slag. Blaðið veit at siga, at tvídráttur skal vera ímillum meg og nevnd Listasavns Føroya um eitt savn av ljósmyndum. Lagt verður upp til, at hetta er virðismikið savn - vert 300-400.000 kr, sum eg skal hava stolið frá Listasavninum, tá ið eg gavst har og noktað at lata savninum aftur. Tað er álvarsligt.
Men sum vera man er einki hald í tíðindunum. Eg eri ikki tjóvur, og eingin tvídráttur er ímillum meg og nevndina um nakað mál, heldur ikki hetta. Eg havi ongar ætlanir um at gera Listasavni Føroya ónáðir. 25 ár av lívi mínum havi eg brúkt til at byggja upp hendan stovn, og sum rímiligt er stendur hann hjarta mínum sera nær. So nær, at ætlan mín er at fáa í lag eina deponeringsavtalu við savnið, soleiðis at listasavnið fær í varðveitslu eitt rættiliga umfatandi savn av ljósmyndum, sum eg havi savnað ígjøgnum árini. Hetta eru avmyndingar av listaverkum eftir føroysk listafólk. Meginparturin (90% kanska) er mín ogn, aðrir smáeigarar eru uppií, og Listasavnið eigur nakrar av ljósmyndunum. Men alt verður latið samlað til Listasavnið. Um virðið á tjóvafolanum skal verða sagt, at rættast er at taka eitt 0 burturfrá beinanvegin. Men av tí at eg havi brúkt ljósmyndirnar rættiliga nógv til fyrilestrar víða hvar í útlondum, har eg havi kunnað um føroyska myndlist, eru fleiri myndir nakað litfarnar, so rættast er heldur at taka tvey 0 burtur. Í roynd og veru er tíðin um at fara frá slíkum diasmyndum, so um skamma stund hvørva minst trý 0 burtur av nevnda handilsvirði.
Í sjónvarpssending í sambandi við, at eg gavst í Listasavninum, varð eg spurdur, um eitt slíkt starv - "uriaspostur" - ikki kundi skapa óvinir. Eg hevði tá fyri munni, at eg helt meg ikki hava óvinir. Men onkran man eg so hava, tí tey siga fyri mær, at tíðindini koma frá anonymum teldubrævi, har søga verður spunnin um, at eg skal hava stolið ljósmyndirnar frá listasavninum og noktað fyri at lata tær aftur. "Dias-gøla!". Veruleikin er sostatt vendur á høvdið. Hvussu kann ein blaðleiðsla koma sær at vera so eirindaleys at heingja út sakleys fólk, reingja og lúgva á so veikum grundarlagi, uttan at kanna málið?
Eg havi biðið Oyggjatíðindi um at avsanna tíðindini á sjónligum stað í blaðnum, og eg rokni sjálvandi við at síggja eina treytaleysa umbering fyri hesa ódámligu roynd at skaða mítt umdømi.