-Tað kann næstan sigast við fullari vissu, at prinsessan var við barn, tá hon doyði, skrivar bretska blaðið Daily Express í dag Okkurt bendir á, at Diana prinsessa var við barn, tá hon doyði í einari ferðsluvanlukku í París fyri tíggju árum síðani. Tað skrivar Daily Express.
Blaðið hevur tíðindini frá blaðmanninum og rithøvundinum Chris Lafaille, sum sigur, at hann hevur sæð loynilig skjøl hjá sjúkrahúsinum, sum Diana bleiv flutt á aftan á vanlukkuna.
-Tað er næstan 100 prosent vist, at Diana var við barn í 9. ella 10. viku. Tað vísa skjølini, sigur Chris Lafaille við Daily Express.










