Diana og Eyðun tosa á aðalfundinum hjá Javna

? á aðalfundinum hjá Javna mánadagin fara Diana í Puntabyrgi og Eyðun Joensen at tosa um støðuna hjá teimum, ið hava menningartarna og somuleiðis hava sálarligt brek

? á aðalfundinum hjá Javna mánadagin fara Diana í Puntabyrgi og Eyðun Joensen at tosa um støðuna hjá teimum, ið hava menningartarna og somuleiðis hava sálarligt brek

Diana í Puntabyrgi, sum hevur verið nevndarlimur og formaður í Javna í nógv ár, nevndarlimur í starvsnevndini hjá MBF, og formaður í bólkinum neurologisk og sálarlig brek, fer á aðalfundinum hjá Javna mánakvøldið á Hotel Hafnia at greiða frá støðuni hjá teimum, sum hava menningartarn umframt at hava sálarlig brek.

Diana fer at tosa sambært egnum royndum, innlitinum hon hevur fingið í sínum virkna lívi í áhugafeløgunum, og eisini at greiða frá vitjan á kanska mest spennandi viðgerðarstaðnum fyri menningartarnað við sálarligum trupulleikum, nevniliga Hammers Bakke í Jútlandi.

Diana telist millum teirra, sum hava ásannað, at alt ov lítil vitan er her á landi um støðuna hjá slíkum fólkum, og at vit tí ikki eru nóg væl før fyri at veita teimum nøktandi viðgerðartilboð.


Eyðun Joensen

er sálarfrøðingur

Eyðun Joensen hevur starvast sum sálarfrøðingur á psykiatrisku deild hjá Landssjúkrahúsinum umleið 30 ár. Í hesum sambandi hevur Eyðun havt nógv samband við fólk sum hava menningartarn. Og eina mest tey, sum hava havt sálarligar trupulleikar í viðbót. Og tað verður mest við støði í hesum royndunum, at Eyðun fer at tosa á aðalfundinum hjá Javna.

Ábyrgdarfólk hjá Javna eru ikki í iva um, at júst hetta evni hevur sera stóran áhuga millum fólk. Foreldur, starvsfólk o.o. Tí verður heitt á tey, sum ætla sær at hoyra tað, sum Diana og Eyðun fara at siga niðri á Hafniu mánakvøldið, um at møta stundisliga, tí ætlanin er, at tey bæði skulu tosa, áðrenn aðalfundurin verður settur.

Fundurin er settur at byrja klokkan 19.00 og er í Høllini á Hotel Hafnia, sigur Javni at enda í tíðindaskrivi.