Diana: Charles hevði fleiri elskarinnur

Prinsessa Diana skrivaði eina røð av brøvum til ommuna hjá Prins Charles. Hon avdúkaði millum annað, at Charles hevði tríggjar loyniligar elskarinnur. Parlagið millum Prins Charles og Prinsessu Dianu var møguliga verri, enn heimurin higartil hevur hildið. Nú siga keldur, at Charles javnan hevði fleiri elskarinnur. Tað greiddi Diana frá í eini røð av brøvum. Ein kelda tætt teimum kongaligu, sigur soleiðis við Daily Star.

 

-Tað var pínufult fyri Dianu. Hon vildi skaða hann mest møguligt. Tískil skrivaði hon brøv, har hon avdúkaði hansara loyndarmál. Hon hevði vónir um, at um ein, ið hann hevði virðing fyri, visti um hansara loyndarmál, so kundi tað møguliga broyta hann.

 

Diana skrivaði enntá nøvnini hjá teimum kvinnunum, ið Charles javnan var saman við.

Brævið var bert ein av fleiri, sum Diana skrivaði, meðan hon var vígd við Prins Charles. Brøvini eru síðani blivin brend av Prinsessu Margaret, ið vildi verja minnið um mammu sína.