Diamanti er ein gimsteinur

Venjarin hjá West Ham, Gianfranco Zola, sigur, at hann eigur ein sannan gimstein í Alessandro Diamanti, sum í so máta livir upp til navnið hjá sær. Hóast Diamanti ikki kom á talvuna í 3-0 sigrinum á Hull, so var hann um at skjóta ársins mál, tá hann royndi seg av egnari hálvu, og júst evni at gera tað óvæntaða er nakað, sum Zola metir høgt. – Hóast eg havi góðar spælarar, so havi eg altíð Diamanti inni, tí hann er altíð førur fyri at gera tað óvæntaða, tá liðið hevur størstan tørv á tí, og tað er ein sjáldsamur eginleiki, sigur Zola.