Diamantbrúdleyp í Lopra: Signhild og Poul Midjord

Tann 24. juli 2008 hava Signhild og Poul Midjord í Lopra verið gift í seksti ár. Tey giftust tann 24. juli 1948 og fingu saman tvær døtur, Emma Suffía Maud og Irena Nina Dagmar. Tey hava í dag 6 ommu- og abbabørn og 6 langommu- og langabbabørn.

Signhild er ættað úr Lopra og Poul av Økrum.

Foreldrini hjá Signhild vóru Dagmar, fødd Kjærbæk, og Niels Bech í Lopra. Dagmar var úr Sumba og Niels, vanliga nevndur Niels á Ongini, var úr Lopra. Signhild er 3. seinast í einum systkinaflokki uppá 8, hesi eru Óli, Jensia, Martin, Niklas, Emma, Signhild, William og Eivind. Av systkinaflokkinum eru 5 í dag á livi. Martin og Emma máttu lúta fyri tuberklunum, tá tey vóru í 20’ unum, og Óli andaðist sum 67 ára gamal.

Foreldrini hjá Poul vóru Anna Suffía, fødd Kjærbo, og Niels Petur Midjord av Økrum. Niels Petur, vanliga nevndur Stóri Petur, er føddur á Økrum, meðan Anna Suffía var úr Sumba.

Systkini vóru 9 í tali, Søren Pauli, Ferry, Niels Petur (Pedan), Føroy, Hans Jacob, Erna, Ferry, Poul, Rudolf og Arthur. Av hesum eru í dag Hans Jacob, Poul og Rudolf eftir á lívi. Ferry andaðist sum smágenta, meðan hini eru farin, eftir at tey eru vorðin tilkomin.

Hjúnini hava búð í Lopra síðan 1948. Signhild starvaðist eitt skifti á spinnarínum í Havn, síðani í handlinum hjá Poul Bech í Lopra og hevur arbeitt á Polarfrost í 26 ár. Poul fór til skips sum 17 ára gamal og arbeiddi frá 1947-1952 á Hvalastøðini í Lopra. Í 60’unum arbeiddu hjúnini eitt skifti fisk í Íslandi. Poul keypti í 1968 bátin “Torri” saman við øðrum, og fiskaðu teir við línu og snellu undir Føroyum og Íslandi. Fyrst í 80’unum fór Poul, saman við øðrum, undir fiskaaling á Lopransfjørði, og bygdu teir eisini Sláturvirkið í Ónavík.

Dagurin verður hildin hjá Ingunn og Heina í Havn saman við familjuni.