Barbara Nielsen er í ferð við at útbúgva seg til hárðfríðkannarkvinnu, og Kim Roest er útbúgvin timburmaður.
At tað skuldu blíva tey bæði var eingin sjálvfylgja. Hvørki teirra var serliga áhugað í byrjanini, men í einum jólaballi 28. desember í 2001 komu tey hóast alt saman.
Nú eiga tey hús í Trongisvági, og 7. august í ár verður stórt brúdleyp á Tvøroyri.
- Vit hava fingið nógvar ábreiðslur fyri at leggja brúdleypið sama dag sum Westlife koma til Føroyar, sigur Barbara.
Men at planleggja eitt brúdleyp, og fáa tað at passa til ætlanirnar hjá øllum, er heldur torført.
Barbara og Kim hava nógvar gestir, ið koma uttanlands, og tí var hesin dagurin tann besti.
Vígslan verður í Tvøroyra kirkju og veitslan á Seglloftinum. Umleið 150 gestir eru bodnir.
Barbara elskar diamantar, og fer tað eisini at síggjast aftur í brúdleypinum.
- Diamantar verða nýttir til hárið hjá mær, kjólan og so skulu borðini verða diamantstroydd, greiður Barbara frá.
Ringurin, ið situr á hennara høgru hond, hevur eitt lítið diamanthjarta á. Hann tóku tey uppá jólaaftan 2007.
Brúðarkjólan seymar systir Barbaru, ið lærur til skræddara.
- Hann er einkul við einum diamantbandi um.
Kjólin verður samstundis sveinaroyndin hjá systrini.
Barbara verður útlærd sum hárfríðkannarkvinna á salong McGavin næsta ár.
Hárið hevur hon tí avgjørda meining um.
- Tað skal verða gjørt við 20-tals krúllum og onki slør. Eg eri ikki til slør, sigur hon.
Nøkur brúdleypsferð er tað ikki talan um nú, tað goyma tey bæði til næsta summar, tá Barbara verður útlærd.