Dialysuviðgerð í Suðuroy á hægsta stigi

Leiðslan í Sjúrkahúsverkinum arbeiðir av øllum alvi við at rekja upp fløkjuna viðvíkjandi dialysuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi

 

Málið snýr seg um viðbøtur fyri sjúkrarøktarfrøðingar, sum skulu til Suðuroyar at vera saman við teimum sjúkrarøktarfrøðingunum, sum hava fingið undirvísing í sambandi við dialysuviðgerð, men sum ikki hava royndirnar.

Sum in.fo skilir, so er fakfelagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, komnir upp í málið, og sum skilst av stjórnarskrivstovuni á Sjúkrahúsverki Føroyar, so arbeiða tey av øllum alvi at finna eina loysn í dag.

Tað hevur ikki eydnast at fáa fatur á sjúkrahússtjóranum ella landsstýriskvinnuni í heilsumálum, men sum vit skilja av stjórnarskrivstovuni á Landssjúkrahúsinum, so kemur ein fráboðan einaferð seinnapartin, tá – og um – tey hava funnið eina loysn.