Tað var lagt upp til eina undirhaldandi framførslu, tá ein av landsins fremstu vísusangarum skuldi á pall. Hans Hjalti Skaale sang og undirhelt í ein hálvan tíma á Føroya tele pallinum. At tað var tíðliga um dagin merktist á tí ikki so stóru áhoyrarafjøldini. Men tað merktist ikki á Hans Hjalta, sum væl upplagdur framførdi sínar kendu og stuttligu vísur.
Prikini hjá Hans Hjalta fullu í allar ættir. Men mest fullu tey á tað andaliga økið. ?Fyrr var tað so lætt at bólka tað andaliga lívið. Tá var man babs, kuffi ella gets. Tað var ikki so nógv at tosa um. Men í dag er tað nógv roksutari, har vit hava Dialogos og Gudloysi. Ja, so hava vit eisini Sølvará, sum vit øll kenna,? segði Hans Hjalti áðrenn ein sangin hjá sær, meðan øll mannamúgvan flenti.
Í stuttum var talan um eina fríska og stuttliga framførslu, har Hans Hjalti á besta hátt megnaði at halda samband við áhoyrararnar.