Fleiri av teimum heilt ungu fótbóltsfjepparum vita kanska nóg illa, hvør hann er, tí at hann hevur spælt so ótrúliga lítið av fótbólti seinastu árini. Men er tað nakar, ið kennir sviðan av at vera skaddur fótbóltsleikari serliga væl, so má tað vera Abou Diaby.
Diaby kom til Arsenal í 2006 og er júst steðgaður í felagnum, tí at sáttmáli hansara ikki varð longdur. Hann náddi at spæla 129 dystir upp á níggju ár, sum er 14,3 dystir um árið. Fyrru árini gekk væl hjá Diaby í Arsenal, hóast hann var nakað skaðadarvaður, men seinnu árini í felagnum hevur hann nærum als ikki spælt vegna sínar skaðar.
Men Diaby fær møguliga enn ein kjans at spæla Premier League-fótbólt. Sambært Sky Sports, so skal Diaby til læknakanning hjá West Bromwich hetta vikuskiftið.
Nógv teir flestu fótbóltsleikararnir plaga at klára ta obligatorisku læknakanningina, men spurningurin er, um ein so skaðaplágaður maður sum Diaby klárar hana.