Diabetikarar missa 220 krónur um mánaðin

220 krónur ? ella 56%. Tað er tað, sum Almannastovan hevur roknað seg fram til, at diabetissjúklingar fáa ov nógv í kostískoyti

Almannastovan sigur, at kostvanar hjá diabetiakrum nú líkast meira kostvanum hjá fólki uttan diabetis. Kostískoyti verður játtað diabetikarum av tí, at sjúkan krevur serligt kostarhald, sum hevur meirútreiðslur við sær, í mun til vanligt kostarhald.

Nýggjar útrokningar vísa, at munurin millum útreiðslurnar til mat og drekka hjá diabetikarum og tær vanligu er vorðin nógv minni.

Tí verður mánaðarliga kostískoytisupphæddin sett niður til 173 krónur um mánaðin frá juni útgjaldinum 2009 at rokna, samsvarandi útrokningum hjá danska felagnum fyri fólk við diabetes.

Sambært upplýsingum hjá Portalinum hava diabetikarar higartil fingið 393 krónur í kostískoyti um mánaðin. Tískil er skerjingin 56% - 220 krónur