Diabetikarar gjørdir til láturs í Dimmalætting

Í farnu viku gjørdi Dimmalætting gjøldur burturúr seriøsu viðgerðini hjá Sosialinum av at menn við diabetes kunnu fáa trupulleikar við reisingini. – Vit eru ómetaliga hørm um, at vit enn einaferð verða niðurgjørd, sigur Kristianna Rein, forkvinna í Diabetesfelagnum

Happing

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Fríggjadagin 4. september viðgjørdi Sosialurin støðuna í vælferðarsamfelagnum Føroyar, og hvussu tær sparingar, ið eru og verða framdar raka teir ymsu veiku samfelagsbólkarnar.

Ímillum mongu evnini, ið vóru viðgjørd, var eisini trupulleikin við, at menn við diabetes missa stuðulin til Viagra. Tað er ein sannroynd, at menn við diabetes kunnu fáa trupulleikar við at fáa reising, tá æðrarnar út í penis verða forkálkaðar.

- Hetta er ein komplikatión sum fylgja av eini sjúku, og tað kann verða útskrivað resept upp á tað. Men tað kemur sjálvandi altíð an uppá hvussu gamal sjúklingurin er, greiðir Andreas Petersen, lækni, frá.

Hósdagin í farnu viku viðgjørdi Dimmalætting, í teiginum »Broddurin«, eisini tær sparingar, ið Sosialurin áðrenn nam við. Við stórt uppslignu yvirskriftini »Stuðul til standing« roynir Dimmalætting í einum at síggja til speium anda, at verja sparingarnar og at koma inn á, at føroyingar eiga at standa saman og at øll eiga at gera sítt til at spara, og fer somikið langt sum at sáa iva um rættin hjá diabetikarum til stuðulin. Heini Gaard, blaðmaður, skrivar: »Er tað ein rættur hjá einum diabetikara – ríkum sum fátækum - at fáa stuðul til viagra ella annan heilivág sum kann hjálpa hon um við standingini?«.

Her steðgar hann tó ikki, og endar greinina við hesum orðunum: »Spyrt tú meg, so kunnu diabetikarar gott sjálvir rinda fyri standingina í ringum tíðum. Tað hevði verið solidaritetur!!!«.



Ófatuligt

Nevndin í Diabetesfelag Føroya hevur í gjár tosað aftur og fram um hesa skrivingina, og er niðurstøðan hjá teimum greið.

- Vit eru ómetaliga hørm um, at enn einaferð, tá vit hava dittað okkum at nevna henda álvarsliga trupulleika, so verða vit niðurgjørd – gjørd til láturs. Hetta er ein so fundamentalur partur av einhvørjum manni og hetta er ein so álvarsligur trupulleiki. Eg trúði veruliga, at vit vóru komin eitt sindur longri í 2009, men viðmerkingin hjá hesum journalistinum vísa, at tað eru vit ikki. Enn einaferð verða vit niðurgjørd av einum manni, tá vit hava dittað okkum at nevna henda trupulleikan, sigur Kristianna Rein, forkvinna.


Sjúka við sálarligum avleiðingum

At menn við diabetes kunnu fáa trupulleikar við reisingini, hevur ikki bert fysiskar, men eisini sálarligar trupulleikar við sær.

Heri Kragesteen, sálarfrøðingur, sigur, at tá menn fáa trupulleikar við potensinum, so ávirkar tað bæði sjálvsvirðið, sjálvsálitið og at menn við hesum trupulleikanum ofta føla seg ikki meira enn hálvar.

- Í ringasta enda kann ein slíkur trupulleiki gera enda á hjúnarlagnum. At vera seksuelt aktivur er ein so sentralur partur av okkara lívi, at vil man nokta fólki heilivág, tá tey fáa trupulleikar við tí, so er man býttur, greiðir hann frá.

- Eg haldi, at tað er for vánaligt, at menn ikki fáa stuðul til eitt nú Viagra, tá teir fáa henda trupulleikan, sigur Heri Kragesteen, sálarfrøðingur.



FAKTA

Sambært Tjaldurs Apoteki kosta Viagra tablettir millum 50 kr. og 100 kr. fyri hvørja tablett, alt eftir hvør styrkin er. Vanliga letur Sjúkrakassin ikki ískoyti til heilivágin, men higartil hevur Heilivágsískoytisnevndin havt heimild at lata ískoyti, verður mett, at trupulleikin stavar frá sjúku. Tá hevur borið til at fáa upp í 50 prosent afturborið. Sum liður í sparingum er ætlanin, at ymiskt ískoyti til diabetikarar skal burtur, harímillum er eisini Viagra.