Tá Diabetesfelag Føroya hin 3. dec. í ár helt jólaveitslu fyri børnum við diabetes , fingu vit eina sjáldsama vitjan.
Saman við jólamanninum komu tveir mans spákandi oman ímóti MBF-húsinum, har veitslan varð hildin, og ímillum sín høvdu teir ein stóran, flatan pakka. Børnini vóru júst farin at dansa um jólatræið, og tá íð menninir komu inn og spurdu børnini, um tey vildu hava eina serliga jólagávu, stóðu tey sum kánus. Jú, hvør vil ikki fáa eina serliga jólagávu!
Pakkin var pakkaður út, og fram kom ein kekkur uppá 30.000 kr, sum hesir báðir, Zakarias Reinert Jacobsen, formaður í Kiwanis saman við Hera Østerø Simonsen, nevndarlimi handaðu formanni felagsins. Øll vóru sera glað fyri hesa stórfingnu gávu, men glaðast vóru børnini, sum longu tá tosaðu um, hvar vit skuldu fara í summarlegu komandi summar, og tey vildu øll sleppa at nema við henda stóra kekk.
Diabetesfelag Føroya skipar hvørt ár fyri ymiskum tiltøkum fyri børnum við diabetes, systkjum teirra og foreldrum og øðrum avvarðandi. Vanliga verður skipað fyri eini summarlegu, har serlig fakfólk eru við og undirvísa bæði børnum, foreldrum og avvarðandi. Hetta serliga tiltak er kostnaðarmikið, og tí kemur gávan frá Kiwanis sera væl við.
Vit vilja við hesum siga Kiwanis í Føroyum stóra tøkk fyri hesa gávu.










